Boys in a Band undir fossi

Hóast dunið frá fossinum doyvdi ljóðið nakað, eydnaðist framførslan hjá Boys in a Band í gjár við Prestá á Skála avbera væl

Væl av fólki var komið saman, tá Boys in a Band fyrrapartin í gjár høvdu framførslu á nýtilgjørda økinum í gamla svimjihylinum við Prestá á Skála, veit Vágaportalurin at siga.

Hóast undirspælið frá fossinum doyvdi nakað av tónleikinum, vóru áhoyrararnir væl nøgdir.

Framførslan hjá Boysunum var samstundis fyrsta tiltak á nýggja fríøkinum við Prestá á Skála.

Onkur er longu farin at tosa um at fyrireika okkurt annað tiltak í økinum, sum eisini umfatar oddan oman móti sjónum. Har er træbrúgv gjørd um ánna umframt at eini 500 trø eru plantað og gøtur gjørdar.