Boykotta Trump? – Føroya Bjór selt 12% meira av Jolly og Sisu

At fólk eru farin at boykotta amerikanskar vørur kann vera ein frágreiðing uppá, at søla hjá Føroya Bjór er vaksin

Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór sigur, at sølan av Jolly og Sisu er vaksin 12 prosent fyrsta ársfjórðing í ár.

Tað hevur nógv verið frammi um, at fólk boykotta amerikanska vørur. Eitt nú hevði sjónvarpið eitt innslag í Degi og Viku, har songkvinnan Edith Dahl Jakobsen í Havn vísti á, at tey keyptu heldur Jolly enn Coca Cola – sum protest ímóti Trump og hansara harkaliðið og teirra politikki.

– Um Trump er orsøkin til meirsøluna kunnu vit sjálvandi ikki vita. Tað kann sjálvandi eisini hava nakað við tað at gera, at fólk hugsa meira grønt og um stuttfluttar føroyskar vørður.

– Men fakta er, at vit hava selt 12 prosent meira av Jolly og Sisu í fyrsta ársfjórðingi í ár, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.