- Vit vita og staðfestu eisini á fundinum, at tað er ein keðilig støða at koma í, nú danskar havnir í morgin verða stongdar fyri føroyskum skipum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir árliga arbeiðsfundin við danska uttanríkisráðharran.
Villy Søvndal harmast støðuna, samstundis sum hann ásannar, at Danmark nú bara kann hyggja at og annars fylgja boðum, nú tiltøkini koma í gildi mikudagin 28. august.
- Danmark hevur gjørt alt, sum gerast kann fyri at steðga ES í at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Men møguleikarnir eru tømdir. Á midnátt fer ES at boykotta Føroyar, og sum partur av samveldinum noyðist Danmark at fylgja linjuni úr Brússel, staðfesti Villy Søvndal eftir felags tíðindafund í Tinganesi týsdagin.
Eins og tað hevur verið ført fram fyri, so var aftur á tíðindafundinum víst á, at talan er um eina trætu millum Føroyar og ES. Og í so máta hevur Danmark ein sera avmarkaðan leiklut.
Tað verður eisini Føroyar, sum førir orðið og pennin, nú trætan við ES verður løgd fyri altjóða gerðarætt.
- Fyri fyrstu ferð í søguni hjá ríkisfelagsskapinum hava Føroyar fingið grønt ljós til at føra eitt gerðarrættarmál sjálvi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum harafturat sigur seg hava fingið lyfti um, at Uttanríkistænastan í Tinganesi kann brúka ta bestu, løgfrøðiligu servitan, sum finst í danska uttanríkisráðnum.
Villy Søvndal vísir enn einaferð á týdningin av, at partarnir finna vegin fram til samráðingarborðið. Tí fegnaðist hann um, at samráðingar millum strandalondini eru á dagsskrá 2. og 3. september.
Men tá er boykottið longu sett í verk.
Føroyar í WTO
Umframt ES-boykottið var eisini føroyskur WTO-limaskapur og støðan í Arktiska ráðnum á skránni fyri árligu arbeiðsvitjanina hjá danska uttanríkisráðharranum í Føroyum.
Føroyar hava í áravís roynt at fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, men framvegis vil hvørki løgmaður ella uttanríkisráðharrin seta dato á, nær limaskapurin kann væntast veruleiki.
Tað eru Løgmansskrivstovan og danska Uttanríkisráðið, sum í felag kanna føroysku møguleikarnar fyri WTO-limaskapi. Málið var á dagsskrá fyri arbeiðsvitjanina hjá Søvndal í fjør, og málið var aftur á skrá hesaferð.
Hetta farna árið hevur Uttanríkisráðið brúkt til at skriva eina frágreiðing, ið lýsir møguleikar og forðingar fyri føroyskum WTO-limaskapi. Frágreiðingin varð latin Løgmansskrivstovuni fríggjadagin. Men enn vil løgmaður ikki í smálutir við innihaldinum, tí tað skal viðgerast fyrst.
Eftir tíðindafundin í Tinganesi staðfesti Villy Søvndal tó, tvær høvuðsforðingar eru fyri limaskapinum. Grundlógin, ið sigur at Danmark førir uttanríkispolitikkin vegna ríkið, og harumframt eru ymiskar ásetingar í reglugerðini hjá WTO, ið kunnu gerast ein forðing.
Embætisfólk úr Føroyum og Danmark fara nú at arbeiða víðari við málinum um føroyskan WTO-limaskap.
Villy Søvndal fór av landinum seinnapartin týsdagin. Tað gjørdi løgmaður eisini. Hann skal nú á ríkisfund saman við Helle Thorning-Schmidt og Alequ Hammond. Hesaferð verður fundurin hildin í danska býnum Ishøj.