Fyri trimum vikum síðani fekk reiðaríið fimm milliónir krónur í bót, tí tað hevði ikki givið skiparanum nóg góð tíð til at kunna seg um skipið, manningina og uppgávurnar. Reiðaríið hevur nú fingið freist til tann 16. februar at taka støðu til bótina. Átta fólk doyðu við Bourbon Dolphin.