Trúboðaraskip: Síðani á sumri í fjør hevur Logos Hope (gamla Norrøna) ligið við skipasmiðju í Kroatia, har alt tað grova stálarbeiðið og høvuðsinstalatiónirnar verða gjørdar heilt av nýggjum.
Skipið hevur verið í turrdok. Eftir at hava sæð botnin á skipinum fyri fyrstu ferð, vóru teir, ið standa fyri umvælingini ovfarnir av at síggja, í hvussu góðum standi stálið var.
Nú liggur skipið so aftur við skipasmiðjuna Brodotrogir í Kroatia. Tey ið arbeiða umborð sammeta skipið við eitt kolanám. So gott sum alt er tikið innan úr skipinum og nógv stálarbeiði verður gjørt, og tí líkist skipið als ikki gomlu Norrønu innan.
Tá umvælingin verður liðug einaferð í framtíðini skal Logos Hope virka sum trúboðaraskip hjá missiónsfelagsskapinum "Operation Mobilisation".