Landsdystur
Sitandi við eini banan, soleiðis at energi-depotini skjótt kunnu fyllast uppaftur, fingu vit fatur á føroyska liðskiparanum, Inga Olsen, eftir landsdystin móti Ísrael.
Eftir laka avrikið móti Finnlandi seinasta vikuskifti var lagt upp til, at føroyska liðið skuldi hava eitt slag av endurreisn, nú Ísrael kom á vitjan, og tað helt føroyski liðskiparin eisini, at okkara menn fingu.
- Í fyrra hálvleiki spæla vit í løtum fult upp til teir. Vit megna alla tíðina at fylgja við í málskjótingini, og tað er púrasta greitt, at vit frustrera teirra spæl.
- Tað er í øllum førum nakað, sum vit kunnu vera nøgdir um, men hinvegin gekst ikki so væl eftir steðgin. Størsti trupulleikin er helst, at vit ongan tíð fáa fatur á hasum bakkinum hjá teimum, sum ferð eftir ferð høggur bóltarnar inn. Vit koma ikki so mikið sum út at tackla hann, og tað er ikki nóg gott.
Botnstøðið ov lágt
Samanumtikið heldur Ingi kortini, at føroyska avrikið var á eini leið, men hann er tó ikki í iva um, at tað kann gerast enn betri.
- Størsti trupulleikin hjá okkum er, at botnstøðið er ov lágt. Tað vilja altíð vera løtur í dystunum, har tað ikki gongst eftir vild, og tað er altavgerandi, at vit fáa minimera hesar løturnar, og at vit lata støðið fella so lítið sum møguligt.
- Tekur tú Ísrael, so hava teir sjálvandi eisini teirra tungu løtur í dystinum, men teir fella kortini ongan tíð heilt saman. Teir halda alla tíðina eitt ávíst støði, og tað er hetta, sum vit eisini mugu læra okkum. Tá tað gongst illa hjá okkum, so fara vit alt ov ofta heilt niður við flagginum, og tað er so avgjørt nakað, sum vit eiga at betra.
Ein mátistokkur í so máta man helst vera tann sannroynd, at føroyska landsliðið nú hevur brent níggju brotskøst á rað. Seinasta royndin ímóti Finnlandi var eitt brotskast, sum varð misnýtt, og átta ferðir høvdu føroyingarnir møguleikan úr sjey metrum móti Ísrael, uttan at somikið sum eitt hitt einasta mál spurdist burtur úr hesum.
Um hetta heldur Ingi, at tað so mest av øllum man koma av, at okkara leikarar ikki eru nóg kaldir, tá møguleikin er har.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað at enda kennist sum eitt sálarligt trýst, tá vit longu hava misnýtt somikið nógv. Skjúttarnir hjá okkum eru jú allir leikarar, sum eru vanir við at taka brotskøst í gerandisdegnum, men onkursvegna megna vit slettist ikki at halda høvdið kalt í dag ? og eisini fríggjadagin. Tað er sum so ikki tað stóra, sum vit kunnu gera við hetta nú, men tað sigur seg sjálvt, at tað er irriterandi, at vit ikki fáa mál upp á brotskøstini. Tað vildi í øllum førum pyntað um úrslitið, heldur hann.
Út á bygd
At enda spurdu vit Inga Olsen, hvørjar vónir hann hevur til teir báðar seinastu dystirnar ímóti Belgia, sum verða á skránni komandi vikuna. Og her tykist svarið at vera eitt sindur blandað.
- Tað er einki at ivast í, at tá lutakastið var, so mettu vit, at tað var her vit høvdu størstan møguleika at fáa stig. Tað meti eg eisini framvegis, men hinvegin kenni eg einki til Belgia. Teir hava tapt fyri bæði Ísrael og Finnlandi, men tað er hinvegin púrasta greitt, at um vit ikki berjast í samfullar 60 minuttir, so fáa vit einki burturúr.
Og so heldur føroyski liðskiparin eisini, at tað hevði ikki gjørt nakað, um tann dysturin varð leiktur aðra staðni enn í Havn.
- Eg veit ikki hví, men áskoðararnir her eru óvanlga friðarligir. Fyri tað nógva munnu tað vera tey somu fólkini, sum eru til dystirnar, men kortini var stuðulin nógv betri, tá vit leiktu í Vestmanna. At flestu dystirnir eru lagdir her, var nokk orsakað av, at ætlanin var at senda teir beineliðis í Sjónvarpinum, men tað verður so helt bara gjørt við tann seinasta.
- Tá tú tosar um manshondbólt í Føroyum, so er tað fyrst og fremst Skála, Vestmanna og Havnin, sum hava verið frammi seinnu árini, so sjálvandi áttu dystir at verið leiktir á øllum hesum støðum, og so gjørdi tað heldur einki, um dystir eisini vórðu lagdir aðrastaðni, men tað má so vera eina aðru ferð, sigur føroyski liðskiparin at enda.