Botnliðið fekk bank

Tjaldur hevði ongar sum helst trupulleikar av VB, tá toppur og botnur hittust

Hondbóltur

Tað var eingin ivi, tá meistararnir og oddaliðið úr Tjaldri sunnudagin tók ímóti VB, sum liggur niðast í Sunset-kappingini.
Longu fyrsta stóra korterið setti heimaliðið tingini so ruddiliga upp á pláss, og so var restin av dystinum bara ein kosmetiskur spurningur.
VB slapp kanska betur upp í part eftir hetta, men nakað nær námind spenningi komu tær ongan tíð, og enn eru tær stigaleysar í botninum av talvuni.
Tjaldur hevur hinvegin framvegis fult stigatal. Ikki minst takkað verið útlendsku profilunum á liðnum, sum aftur hesa ferð gjørdu nógv um seg.
Ársins spælari, Adina Petrea, hevur hildið fram, har sum hon slepti í fjør, og nú níggju umfør eru spæld, er hon longu farin um tey 100 málini.

Fakta um dystin
Tjaldur-VB 39-19 (20-9)
10 min: 7-2
20 min: 15-4
40 min: 27-13
50 min: 35-14
Málskjúttar
Tjaludr: Adina Petrea 13, Cornelia Rimbu 10(2), Heidi Sevdal 5, Annika Thomsen 4, Jóhanna í Króki 3(1), Benedikta Johannesen 1, Mary-Ann Isaksen 1, Amy D. Streymoy 1, Sarah Ann B. Thomsen 1
VB: Una Egilsdóttir 5, Bára K. Mortensen 3, Theresa Joensen 3(2), Svava Vestergaard 3, Sára Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 1, Monika Samuelsen 1, Andrea Nielsen 1
Brotskøst: Tjaldur 4, VB 3
Útvísingar: Tjaldur 2, VB 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.