Botnbrak í Sørvági

Og ikki minst var talan um imponerandi sigur, tá teir seinasta sunnudag vunnu á útivølli móti Víkingi. Og verður talan aftur um trý stig, nú B36 vitjar, er bjargingin bara trý stig burturi.

Tað verður eitt mest sum fullmannað lið, sum fer á vøllin. Einasta ivamálið er Hendrik Rubeksen, sum beklaði í vikuni, og tí neyvan er til reiðar at spæla, verður sagt úr Sørvági.

Í B36 iðra tey seg framvegis um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig burtur úr dystinum móti EB/Streymi mikukvøldið, men leikliga avrikið var tó at slíkum slag, at tað gevur vónir um fleiri stig.

Hesa ferð er einasta ivamálið Jákup á Borg, sum kendi nakað av eymleika í lærinum mikukvøldið, og tí ikki vandi hóskvøldið. Men tað verður tó roknað sum sannlíkt, at hann er partur av hópinum, sum í dag fer á vøllin til ein dyst, sum frá fleiri síðum verður mettur sum tann týdningarmesti hjá B36, síðani teir á seinasta leikdegi í 2005 vunnu FM-heitið í dysti móti HB.