Nú er 19 ára gamli Dzhokhar A. Tsarnajev, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt og útloyst bumburnar undir Boston Maraton-renningini tann 15. apríl, ákærdur av amerikanskum myndugleikum.
Tað er ákærin í Boston, sum hevur ákært Tsarnajev fyri morð og brúk av hópoyðingarvápnum, og at hann gjørdi hetta saman við sjey ár eldra beiggja sínum, Tamerlan Tsarnajev, sum varð dripin, áðrenn Dzjochar Tsarnajev varð tikin.
Trý fólk doyðu og 264 fingu løstir av bumbunum í Boston, og ein politistur var skotin og dripin, tá politiið jagstraði teir báðar beiggjarnar (myndin), sum eru ættaðir úr Tjetjenia.
Dzhokhar A. Tsarnajev, sum hevur verið á einum fongsulssjúkrahúsið uttan fyri Boston, síðani hann varð tikin tann 19. apríl, skal svara fyri tilsamans 30 ákærum, tá málið kemur fyri rættin.