Nýggja bók um kenda mótahúsið Hugo Boss, sum fyritøkan sjálv hevur fíggjað, greiðir frá, hvussu Boss forvann stórar upphæddir av at seyma uniformar til nazistarnar í Týsklandi.
Hugo Ferdinand Boss varð kallaður skræddarin hjá Hitler, og tað var ikki uttan orsøk. Stovnarin av kenda mótahúsinum gjørdist í 1931 limur í týska nazistaflokkinum, og seinni fór hann at seyma uniformar til nazistarnar. Hevði hann ikki gjørt tað, hevði fyritøkan hjá honum farið á heysin.
Tað kemur fram í nýggjari bók um Hugo Boss mótahúsið, sum fyritøkan sjálv hevur fíggjað. Í bókini verður greitt frá, hvussu mótaskaparin gjørdi sær dælt av 200 trælum, sum týska nazistýrið gav honum at ráða yvir. Trælirnir mest kvinnur seymaðu klæðini, sum Boss gjørdi til nazistarnar fyri og undir seinna heimsbardaga.
Í sambandi við útgávuna hevur mótahúsið biðið um umbering fyri virksemið hjá fyritøkuni undir krígnum.