Borurin settur í Williambrunnin í nátt

Mánanáttina 22. oktober klokkan 01 setti Transocean Rather borin í undirgrundina á Williamleiðini har suðuri á landgrunninum.

–Nú vóna vit, at alt fer at ganga væl sigur føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus við Portalin mánamorgun. Hann hevur saman við mongum øðrum nú í fleiri ár bíðað við stórum spenningi eftir hesi løtu. Fyrst gekk long tíð at fáa flutt brunnin til eitt nýtt øki á landgrunninum, og síðani hevur tað eisini tikið nógva tíð at bíða eftir boripallinum. Eina løtu sá tað heldur svart út og røddir vórðu frammi um, at boringin fór helst at verða útsett til næsta ár, vegna vánaligt veður. Men tað skuldi kortini vísa seg at bera til.

 

Tað hevur tikið eina góða viku at fáa alt uppá pláss, veðrið hevur tarnað nakað men sera týdningarmikið er at koma væl frá byrjan, og tí hava tey umborð á hesum risastóra boripallinum ikki tikið nøkur óráð fyri. Alt er fyrireikað og samskipað til minstu detalju. Hóast sannlíkið fyri at gera eitt veruligt oljufund er kanska ikki meira enn 15% sambart BP stjóranum Jonathon Trueman í samrøðu við Rás 2 fríggjadagin, so er serstakur rómur og spenningur nettupp rundan um hesa boriverkætlanina.

 

At tvey av heimsins størstu oljufeløgum standa fyri henni og tey feløgini, sum eru mest virkin á Atlantsmótinum við framleiðslum vestan fyri Hetland, sigur ikki so lítið. Hetta er so eisini aðru ferð at borað verður gjøgnum basaltið, so við royndunum frá tí fyrsta basaltbrunninum, Brugduni hjá Statoil í fjør, verður tað kanska hesaferð møguligt at avdúka, hvat veruliga goymir seg undir basaltinum.

 

Mett verður at tað kann taka upp til 3-4 mánaðir at bora brunnin, men gongst heilt væl, so verður komið á mál kanska eftir hálvan triðja mánað. Tvs. at eitt úrslit av boringini verður kanska tøkt um ta tíðina, tá føroyingar fara at velja eitt nýtt løgting, miðskeiðis í januar mánað 2008. Sjálvur brunnurin er mettur at kostar millum 350 og 400 mill. Kr. Umframt BP eru eisini Shell og Anadarko við í verkætlanini.