Boriskipið nærkast ? leggja seinastu hond á fyrireikingarnar

Tað verður italska oljufelagið ENI (Agip) sum skal royna seg á landgrunninum í ár. Eftir at hava gjørt alt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið nú í fleiri ár fer itlaska felagið saman við oljufelagnum Før oya Kolvetnni at seta borin í á ldndgrunninum umleið 15. Juni

Oljuleiting

.Boriskipið Belford Dolphin er á veg til Føroya. Tað seinasta vit vistu var at tað lá í Ullapool og gjørdi klárt at leggja kósin móti Føroyum. Umboð fyri Oljumálastýrið hava verið í Las Palmas og hugt at skipinum fyri at tryggja sær, at alt er sum tað skal vera. Seinasta eftirlitið frá føroysakri siðu er í Ullapool í hesumdøgnum.

Tað var annars við sera stórum áhuga at umleið 80 til 100 limir í Oljutinginum í farnu viku lurtaðu eftir leitistjóranum hjá ENI;, Luca Dragonetti. Hann greiddi frá fyrireikinginum og sjálvari boringini og vísti áhugaverdar glarur á veggin á Hotel Hafnia.

Luca Dragonetti greiddi frá, at gongur alt sum ætlað verður borurin settur í umleið 15. juni. Teir ætla so at bora í einar 45 til 55 dagar. Brunnurin liggur miðskeiðis millum brunnin sum BP boraði og tann sum Amerda Hess boraði. Ætlanin er at bora niður á 4250 metrar tvs. umleið tað sama sum Amerda Hess boraði í Marjun-prospektinum. Hetta hevur felagið bundið seg til yvirfyri oljumyndugleikunum.


Hósdagin koma umleið 7 fólk frá ENI úr Milano og Onglandi til Føroya at taka sær av boringini. Allar fyrireikingarnar eru gjørdar á høvuðsskrivsstovuni í Milano. Luca Dragonetti segði, at teir ætla ikki at testa brunnin, sjálvt um teir treffa við olju. Hetta eru teir ikki vanir við at gera serliga ikki í frontierøkjum sum tí føroyska. Brunnurin er so tann einasti hjá felagnum her um leiðir í ár (herí íroknað alt tað bretska økið eisini) Finna teir olju so er tíð til at testa í sambandi við apprailsalbrunn. Verður olja funnin í rakstrarverdugum nøgdum so kann ein framleiðsla byrja í 2007 ella 2008.

Luca Dragonetta metti so eisini um møguleikarnar at finna olju. Størsti trupulleikin og óvissan liggur í spurninginum um tak, sum kann halda oljuni. Hetta er so eisini tað, sum var trupulleikin í hinum brunnunum.

ENI hevur eisini eitt 9 ára loyvi, sum liggur inni á basaltøkinum. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um basalttruipulleikan segði Luca Dragonetti, at enn hevur tað ikki eydnast at loysa basaltknútin. Her er nógv arbeiði eftir at gera. Enn eru ikki gjørd nøkur verulig gjøgnumbrot í basaltspurninginum. Eni skal eins og hini oljufeløgini sum hava 9 ára loyvi geva oljufyrisitingini eina frágreiðing um, hvat felagið ætlar við hesum loyvinum.

Luca Dragonetti varð eisini spurdur hvussu stætt er við føroysku luttøkuni í sambandi við boringina. Til tað svaraði hann, at teir fóru eins og hini feløgini at brúka útgerðarhavnina í Runavík. Hann vísit eisini til, at tá talan bara er um ein kannignarbrunn, sum er í gongd í sera avmarkaða tíð, tá er tað eisini avmarkað, hvussu nógvum vørum og tæn astum sum brúk er fyri. Tað er so eisini ein spurningur, hvar man kann finna ekspertisu í Føroyum á teimum ymsum økjunum í sambandi við ein leitibrunn.