Boris Johnson um dagarnar, tá hann breyt av feriu uttanlands, eftir at Liz Truss hevði lagt frá sær. Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix

Boris Johnson verður ikki forsætisráðharri

Tí tað krevur ein samdan flokk í tjóðartinginum

Boris Johnson um dagarnar, tá hann breyt av feriu uttanlands, eftir at Liz Truss hevði lagt frá sær. Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix

Boris Johnson er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki rætt av honum at royna eftir forsætisráðharrasessinum.

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur í fráboðan, at hann ikki stillar upp í stríðnum um at gerast formaður í Konservativa flokkinum.

Boðini koma eftir áhaldandi gitingar um, at Boris Johnson fór at royna aftur at leiða Bretland.

Í fráboðanini sigur Boris Johnsen, at hann var »tikin á bóli« av, hvussu nógv hava heitt á hann um at standa á odda fyri bretska konservativa flokkinum aftur – og harvið gerast forsætisráðharri enn einaferð.

– Men seinastu dagarnar eri eg tíverri komin til ta niðurstøðu, at tað ikki hevði verið tað rætta at gjørt.

– Tú kanst ikki leiða við skili, um tú ikki hevur ein samdan flokk í tjóðartinginum aftan fyri teg, sigur Boris Johnson í fráboðanini.

/ritzau/

 

Boris Johnson um dagarnar, tá hann breyt av feriu uttanlands, eftir at Liz Truss hevði lagt frá sær. Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix