Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Boris Johnson, og stjórn hansara eru nú til reiðar við einum uppskoti, sum eftir ætlan skal loysa Brexit trætuna kring Norðurírland.
Nýggja ætlanin hjá stjórnini hevur við sær, at Norðurírland saman við Stórabretlandi fer úr tollsamgonguni hjá ES.
Norðurírland hevur verið ein trupul partur at loysa í sambandi við Brexit. Grannalandið sunnanfyri, Írland, er framvegis partur av ES, og sostatt hevði hevði tollmúrur umframt markareftirlit verið sett tvørtur gjøgnum írsku oyggina, tók Norðurírland seg úr ES.
Fær bretska stjórnin sín vilja, verður hóast alt neyðugt við tolleftirliti um markið, men sambært Boris Johnson skal tað vera so lítið sum yvirhøvur gjørligt. Meginparturin av tollarbeiðinum skal kunna gerast heimanifrá umvegis teldu, sigur Boris Johnson sambært BBC.
Í uppskotinum hjá bretsku stjórnini eru fimm punkt, ið skulu leggja til rættis framferðarháttin í sambandi við arbeiðið frameftir millum Írland, ES og restina av Stórabretlandi.
Punktini eru:
- Belfast avtalan verður hildin og vird
- Partarnir binda seg til góðu og varandi sambond, ið hava verið landana millum
- Bæði Írland og Norðurírland verða partar av sama eftirlitsøki innan allar vørur
- Lóggevandi og útinnandi vald í Norðurírlandi fáa høvi at arbeiða við nýggju uppskotunum, áðrenn tey fara í gildi
- Norðurírland veðrur partur av tolløkinum hjá Stórabretlandi eftir eina tillagingartíð