Boris Johnson innlagdur við koronavirus

Dagført: Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er í kvøld lagdur á sjúkrahús, 10 dagar eftir at hann var kannaður og funnin positivur við koronavirus.

Tað skrivar BBC í kvøld.

 

Eftir læknaráðum er Boris Johnson lagdur inn á sjúkrahús, tí hann alsamt hevur sjúkueyðkenni upp á koronavirus.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson er í kvøld innlagdur á sjúkrahús fyri at verða kannaður enn einaferð, 10 dagar eftir at hann varð kannaður positivur við koronavirus.

Hann hevur varandi sjúkueyðkenni upp á sjúkuna, sigur skrivstovan hjá Boris Johnson í Downing Street í kvøld.

Skrivstovan hjá forsætisráðharranum lýsir hetta sum eitt »varsemistiltak«, at hann nú er lagdur inn á sjúkrahús.

 – Eftir ráðum frá lækna hansara er forsætisráðharrin í kvøld lagdur á sjúkrhaús fyri at fáa tikið royndir, sigur Downing Street.

Tann 27. mars boðaði Boris Johnson frá, sum fyrsti stjórnarleiðari í heiminum, at hann var smittaður við koronavirus. Síðani tá hevur hann verið í sóttarhaldi í embætisbústaði sínum í Downing Street.

Fríggjadagin boðaði hann frá, at hann framvegis hevði fepur.

/ritzau/Reuters