Hans Jacob á Kósini er í ferð við at seta eitt borihøvd upp í havanum. Tað kann av sonnum sigast at vera eitt ørðvísi havaprýði. Hans Jacob hevur fingið borihøvdið frá einum oljufelagið, sum fór á húsagang. Borurin hevur borað í Norðsjónum, og er hann einasti av sínum slag í Føroyum. Borihøvdið er 20 tummar og vigar um 250 kilo.