Borghild fekk krabba: Høgra bróst byrjaði at vaksa

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Hendan bloggin hevur Borghild Andreasen skrivað. 

 

 

Borghild Andreasen, bróstkrabbamein í januar ´16, sum 41 ára gomul

Eg fór til kommunulæknan, tí høgra bróst byrjaði at vaksa, nokkso skjótt eisini, og tað virkaði til, at tað fyltist við vætu. Kommunulæknin visti ikki, hvat tað kundi vera, tað kundi líkst eini infektión, men eg hevði ikki febur, so ein ávísing bleiv send til Landssjúkrahúsið, at fáa hetta kanna og møguliga drena vætuna.

Eg fái so boð at møta til mammografi. Tá er bróstið sera hovið, tað er eisini eymt, tí húðin strammar.
Eg síggi røntgenmyndina og fái eisini at vita, at tað ikki er rætt, at tað alt er so kompakt, at strálirnar ikki sleppa ígjøgnum. Eg fái so at vita, at røntgenlæknin er her, so eg skal beinleiðis víðari til ultraljóð. 

Røntgenlæknin sigur beinanvegin, at hetta sær ikki gott út. Eg  mótmæli eitt sindur, men hann sigur, at har er okkurt, sum skal fjernast. “Tá bróstið veksur, er tað ikki góðartað”. 

Hann skannar so væl og leingi, eg bara hugsi um, hvussu langa tíð hetta tekur, og ljóðið frá scannarinum irriterar meg. Hann tekur eisini nakrar biopsiir. Síðani lat eg med í aftur, og røntgenlæknin sigur, at tey hava tosa um tað og lagt ein plan og meiningin er at eg skal byrja uppá kemo sum skjótast. Eg skal rokna við 8 viðgerðum í 6 mánaðir, og eg skal nokk eisini hava strálir, aftaná at eg eri blivin skurðviðgjørd. Men fyrst skuldi eg ein túr í CT skannarin, fyri at síggja, um tað var farið víðari frá lymfunum.
Síðani skuldi eg fáa tíð hjá skurðlækna og onkolog.
Røntgenlæknin gjørdi mær greitt, at eg skuldi ikki hugsa um nakað, tey skuldi nokk taka sær av øllum; eg skuldi bara fara heim og fortelja tað fyri mínum nærmastu.Røntgenlæknin gjørdi mær greitt, at eg skuldi ikki hugsa um nakað.  Hann skuldi nokk taka sær av øllum;  eg skuldi bara fara heim og siga tað við tey nærmastu.

 

 

Makin ofta gloymdur 

Stutt eftir at eg var byrja í kemoviðgerð, eru eg og maðurin á veg inn í ein handil, í hurðini møta vit einari kvinnu eg havi arbeitt saman við. Hon steðgar okkum og spyr, hvussu tað gongur, hvussu eg havi tað og virkar áhuga at hoyra um viðgerð og annað.  

Hon hevur hoyrt frá einari av mínum vinkonum, at eg havi fingið bróstkrabba. Knappuliga vendir hon sær ímóti manninum hjá mær og spyr: “Hvussu hevur tú tað?”

 Hann blívur púra paff, sigur so: “Jú takk, eg havi tað eisini gott.” Hon sigur so: “Ja makin verður ofta gloymdur. Hann noyðist at vera tann sterki, tann sum stuðlar, men hann hevur eisini brúk fyri stuðli.”

 Hetta hevði eg ikki hugsa um, men hugsaði ofta um tað seinni. Hvørja ferð eg spurdi mannin, segði hann: “So leingi tú sigur,at  tú hevur tað gott, so havi eg tað eisini gott eftir umstøðunum.”

 

 

 

Her eru tveir aðrir bloggar í røðini. Turid av Steiginum Jacobsen og Halla Nolsøe Poulsen