Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, dámar væl at fara út í fjørðin, tá bátastevna er, og siglt verður av Fútakletti og inn á Vestmanna.
- Vit hava ein umleið 30 fót stóran glastevjabát, og vit plaga altíð at vera væl mannaði, tá siglt verður.
Pauli T. Petersen sigur, at vanliga er meginparturin av familjuni við í bátinum henda dagin, umframt onkur vinfólk.
- Jú, hetta er altíð ein sera hugnalig løta og ein deiligur túrur.
Hann vísir á, at líkamikið, hvussu veðrið hevur eydnast bátastevnudagin, hevur túrurin altíð verið góður.
- Vit hava verið við bæði í góðum og minni góðum veðri og teir túrar, tá tað hevur ruskað eitt sindur, hava ikki verið minni góðir, sigur borgarstjórin, sum aftur fer at leggja út í Vestmannasund leygardagin.