Umframt teir fýra borgarstjórarnar, sum sita á tingi, hava fimm aðrir longu boðað frá at teir fara at stilla upp til løgtingi, meðan onkur annar enn ivast.
Tað er ein fíggjarligur gloypubiti at vera valdur á løgting, samstundis sum tú ert borgarstjóri í einari føroyskari komunu. Tí tú fært í minsta lagi um 70.000 krónur um mánaðin pluss skattafrítt kostnaðarendurgjald um tú ert valdur á ting – og samstundis er borgarstjóri í landsins minstu kommunu. Er tú hinvegin borgarstjóri í landsins størstu kommunu er lønin oman fyri 90.000 krónur um mánaðin. Er tú borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu – ella Tvøroyrar kommunu, so liggur inntøkan eisini oman fyri 90.000 krónur, tí tá fært nú nógv meira í skattafríum flutningsgjaldi.
Løgmaður fær bara um 57.000 krónur í løn um mánaðin. Tá nýggjur løgmaður tekur við eftir valið, fer lønin munandi upp, upp á um 73.000 krónur. Men framvegis kemur løgmaður ikki í nær námind av tí løn, sum borgarstjóra á tingi fáa, og tí eru løgtingsfólk, sum samstundis eru borgarstjórar, dýrastu politikarar í landinum.
Eftir kommunustýrislógini frá 2013 fáa borgarstjórar samsýning, ið er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi, og er lønin eftir avtalvu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins – tó í mesta lagi henda løn, íroknað viðbót:
0-499 íbúgvar | 33.224,48 krónur |
500-999 íbúgvar | 39.293,77 krónur |
1.000-1.499 íbúgvar | 41.580,69 krónur |
1.500-4.999 íbúgvar | 45.935,31 krónur |
5.000-9.999 íbúgvar | 49.845,44 krónur |
10.000-íbúgvar ella fleiri | 53.326,30 krónur |
Mánaðarlønin hjá einum løgtingsmanni er somuleiðis eftir avtalvu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins, og er hon 36.342,04 krónur, íroknað vanliga viðbót. Men harumframt fáa løgtingsmenn flutningskostnað við egnum bili, koyripengar og tímapengar, og tað eru bara tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi, sum ikki fáa kostnaðarendurgjald
Borgarstjórar á tingi eru:
Tvøroyri: Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin
Sandi: Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin (er í hálvtíðarstarvi)
Skopun: Gerhard Lognberg, Sambandsflokkurin (er í hálvtíðarstarvi)
Vága kommuna. Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin
Borgarstjórar, sum hava boðað frá uppstilling:
Vestmanna: Pauli T. Petersen, Tjóðveldi
Eiði: Jógvan í Skorini, Tjóðveldi
Eysturkommuna: Jóhan Christiansen, Tjóðveldi
Klaksvík: Jógvan Skorheim, Sjálvstýrisflokkurin
Runavík: Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin. (hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur á næsta kommunuvali)