Borgarstjórin á Tvøroyri slítur við Javnaðarflokkin

Kristin Michelsen roynir at gera sín egna lista til býráðsvalið

Tað er nú greitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, verður ikki á valevni á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðið.

 

Tað staðfestir Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.

 

Listin er liðugur, og hann er endaligur, og Kristin Michelsen er ikki valevni, leggur hann afturat.

 

Á javnaðarlistanum á Tvøroyri eru seks valevni, og tey eru Pauli Einarsson, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johanesen, Bjarni Hammer, Annika Jensen Pearce og Tóki Niclasen.

 

Rok hevur verið um borgarstjóran, eftir at hann kravdi, at hini valevnini skulu binda seg til, at tann, sum fær flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóri. Men tað vildu tey ikki.

 

Tað fekk borgarstjóran at hótta við at fara av listanum, og í tí sambandi var samband ímillum Kristin Michelsen og Borgaralistan, sum eisini stillar upp til býráðið á Tvøroyri.

 

Tann listin var liðugur í gjárkvøldið, men tað er greitt, at Kristin Michelsen er ikki valevni hjá teimum, tí meirilutin av hinum valevnunum vildu ikki hava hann á listan.

 

Les eisini: Rok um borgarstjóran á Tvøroyri

 

Síðani hevur javnaðarfelagið sent Kristin Michelsen fyrispurning, um hann er á javnaðarlistanum ella ikki, men tey fingu einki svar.

 

– Samstundis hava vit frætt, at hann roynir at gera sín egna lista til býráðsvalið, sigur Signar Dam.

 

 

Les eisini: Tekur seg av listanum á Tvøroyri, tí nú er tað greitt, at eitt av teimum seks valevnunum hevur tikið seg av.

 

 

– Sostatt meta vit, at hann hevur sjálvur telvað seg av javnaðarlistanum við tað, at hann hevur roynt at koma á Borgaralistan, samstundis sum at hann nú roynir at gera sín egna lista, uttan at hava havt samband við okkum, sigur Signar Dam.

 

Hvørjar avleiðingsar hetta kann fáa, kann hann kortini ikki siga nakað um beint nú.

 

Kristin Michelsen hevur ikki verið at hitta í dag.