Borgarstjórin á Tvøroyri skilir onki

SUÐUROYARSIGLING Borgarstjórin á Tvøroyri vil hava Norrønu at sigla á Krambatanga og ikki á Vág

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, skilir púra onki av, at Norrøna skal sigla á Vág, heldur enn á Trongisvág.
Hann skilir ikki, at Landið hevur gjørt eina samferðsluhavn fyri 50-60 milliónir, sum ikki tolir, at Norrøna leggur at.
Heldur enn at gera umstøður í Vági so at Norrøna kann leggja at har, mælir hann til, at neyðugu ábøtur verða gjørdar á Krambatanga, so at Norrøna kann brúka tað havnina.

8-9 milliónir
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at sambært Landsverk, fer tað at kosta 8-9 milliónir at gera neyðugu ábøturnar á Krambatanga, so at Norrøna kann brúka havnina.
Tað er fyrst og fremst botntryggingin á bryggjuni, sum ikki tolir skrúvuvatnið hjá Norrønu, men talan er eisini um, at tað er neyðugt at leingja atløgubryggjuna, sigur Kári P. Højgaard.
Hesum vísir Kristin Michelsen aftur Hann sigur, at Articon hevur bjóðað sær til at botntrygga ferjuleguna á Krambatanga og at gera aðrar neyðugar ábøtur, so at Norrøna kann brúka havnina, fyri 1,380.000 millión.
- Kári P. Højgaard sigur, at ein forkláring upp á munin er, at spurningurin er, hvussu nógv ábøturnar hjá Landsverki og Articon umfata.
Harafturat skal Strandferðslan rinda bæði bryggjugjald og vørugjald í Vági, men tað sleppur hon undan á Tvøroyri, tí Krambatangi er landshavn.

Óheppið
Annars halda bæði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og fleiri tinglimir, at tað er óheppið, at landið hevur bygt eina samferðsluhavn fyri so nógvar pengar, men sum ikki tolir skip av slíkari stødd, sum Norrøna.
Kári P. Højgaard sigur, at Innlendismálaráðið hevur 2,1 milliónir til taks til ábøtur á havnir.
- Av teimum hava vit játtað 600.000 krónur so at Norrøna kann sigla á Vág, sum er einasta Havn í Suðuroy, hon kann brúka.
- Vit rinda upphæddina, tí vit kunnu sjálvandi ikki liva við, at suðuroyingar ikki hava nøktandi ferðasamband í 3-4 vikur.
Kári P. Højgaard helt ikki, at innlendismálaráðið kundi forsvara at øll upphæddin skuldi brúkast á einum og sama staði.

Lítið sannlíkt
Annars hevur samgongan í Fíggjarnevndini mælt til at seta tvær milliónir av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at styrkja bryggjuna á Krambatanga.
Kristin Michelsen sigur, at Articon hevur boðað frá, at sleppa tey í holt við arbeiðið beint eftir nýggjár, ber til at hava tað liðugt áðrenn Norøna verður sett í sigling.
Men í øðrum lagi ber eisini til at arbeiða upp á bryggjuna ímeðan Norrøna siglur, tí hon liggur bara við ferjuleguna um náttina og ein hálvan tíma mitt á degi.
Samgongan í Fíggjarnevndini hevur samtykt at játtað tvær milliónir til at umvæla botnin við ferjuleguna á Krambatanga.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki sigur, at hetta er ein játtan, stovnurin einki kennir til, so hann fær onki sagt um tað.
Men hann sigur, at tað er rættiliga ósannlíkt, at havnarlagið á Krambatanga kann verða umvælt til síðst í februar, hóast stovnurin fær játtan til endamálið fyrst í januar.
LES EISINI GREININA: SUÐUROYINGAR FÁA NORRØNU Í 3-4 VIKUR.