Borgarstjórin á Tvøroyri skiftir hest

Kristin Michelsen er kendur sum tjóðveldismaður, men á býráðsvalinum hesuferð, stillar hann upp á javnaðarlistanum

Býráðsval

Tað er nú greitt, at borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fer at stilla upp fyri javnaðarflokkin á býráðsvalinum, sum verður í næsta mánaði.
Sostatt hevur býráðsvalið á Tvøroyri fingið eina heilt óvæntaða vend. Tí hóast Kristin Michelsen stillaði upp á einum uttanflokkalista á seinasta býráðsfundi, hevur hann altíð verið kendur sum tjóðveldismaður.
Men tá ið javnaðarflokkurin á Tvøroyri hevði uppstillingarfund týdskvøldið, kom bræv frá Kristin Michelsen, har hann meldaði seg inn í javnaðarfelagið og bjóðaði seg samstundis fram sum valevni til býráðið.
Hesum tilboði tóku javnaðarfólk av og Kristin Michelsen er sostatt komin á javnaðarlistan.
Sjálvur sigur Kristin Michelsen, at hann mestsum hevði gjørt av, at hann skuldi ikki stilla uppaftur á býráðsvalinum hesuferð.
Men seinnapartin týsdagin tók hann so endaliga avgerð um at stilla upp kortini, men at tað skuldi vera á javnaðarlistanum.
Hann vil onki siga um orsøkina til, at hann er farin upp á javnaðarlistan.
? Tað er av persónligum orsøkum, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hann hevur havt gott samstarv við javnaðarflokkin í samgonguni í Tvøroyrar Býráð í hesum valskeiðnum.
Vit hava annars fingið at vita, at hann hevði fingið áheitan um at stilla upp á tjóðveldislistanum til býráðsvalið.
Men tað hevur hann als onga viðmerking til.
Hann hevur heldur onga viðmerking til, um hann eisini ætlar at stuðla javnaðarflokkin á einum komandi løgtingsvali.
? Her er talan um eitt býráðsval og tað hevur als onki við eitt løgtingsval at gera. Eg havi ongantíð tosað um partapolitikk í býráðnum og tað ætli eg mær heldur ikki at gera nú ella frameftir, sigur Kristin Michelsen.
Hann hevur heldur onga viðmerking til um hann nú er blivin javnaðarmaður av álvara, ella um hann bara er javnaðarmaður á býráðsvalinum.

Kend valevni við
Sostatt kann staðfestast, at royndirnar at gera ein felags lista til býráðsvalið á Tvøroyri hesuferð, er miseydnað.
Annars hevur javnaðarflokkurin 11 valevni til býráðsvalið á Tvøroyri hesuferð.
Av teimum eru níggju mannfólk og bara tvey konufólk.
Onkur kend valevni er aftur á listanum hesuferð. Gamli Sverri Midjord bjóðar seg fram einaferð afturat og tað ger ein annar býráðslimur hjá javnaðarflokkinum, Pauli Einarsson, eisini.
Hinvegin hevur triði býráðslimurin hjá javnaðarflokkinum í Tvøroyrar Býráð, Heri Mortensen, gjørt av at hann stillar ikki uppaftur.
Hini valevnini á javnaðarlistanum til býráðsvalið á Tvøroyri, eru, Hans Sørensen, Poul Olsen, Anthon Johannesen, Marni Olsen, Páll Michelsen, Jens Johannesen, Jonhild Nielsen og Heidi Mortensen.