- Eg havi varhugan av, at vit júst við hesi stevnu eru til reiðar at leggja okkum í seðlan og hyggja frameftir, segði Heðin Mortensen Í morgun klokkan gott 10 setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, stóru og fjølbroyttu fiskivinnustevnuna, Fish Expo Faroes 2009.
Stevnan verður hildin í leigaðum tjøldum á niðara fótbóltsvølli í Gundadali, og tað var eisini her, at setanin fór fram í góðveðrinum í morgun. Sjálv setanin fór fram innandura, men kundi eins væl verið úti á fótbóltsvøllinum, nú veðrið royndist so frálíka væl.
Heðin Mortensen vísti á, at vegurin burtur úr kreppuni bert er hin eini ? við hørðum arbeiði, bjartskygni og trúnni á, at tað altíð er eitt ljós hinumegin tunnilin, sum hann tók til.
- Eg havi varhugan av, at vit júst við hesi stevnu eru til reiðar at leggja okkum í seðlan og hyggja frameftir ? í staðin fyri at brúka orkuna til tað, sum vit kortini einki kunnu gera við, segði hann.
Borgarstjórin segði, at vónirnar til eina slíka stevnu altíð eru stórar, og hann helt fyri, at eitt slíkt tiltak er eitt ?friskt pust?, sum hann málbar seg.
- Sjálvt um vit øll vita, at tað ongantíð er rætt at síggja burtur frá veruleikum, nú stormur blæsir um okkum, er Fish Expo Faroes eitt tekin um, at heimurin ikki stendur í stað kortini. Øll, sum hava gjørt av at vera við á framsýningini, eru við til at stimbra og geva íblástur. Tit hava gjørt tykkara til, at henda fiskivinnustevna kann haldast, segði Heðin Mortensen.
Borgarstjórin vísti eisini á, at Føroyar liggja í heimsins reinasta havi, sum eigur at vera ein avgerandi og seljandi ?faktorur?, tá vit skulu marknaðarføra okkum.










