Borgarstjórin: Privatiserið læknarnar

Skipanin við kommunulæknum hevði leitað sær í javnvág, um læknar gjørdust privat praktiserandi, heldur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sum er ein av arbeiðsgevarunum hjá læknunum

Eg dugi ikki at síggja nakra stórvegis forðing fyri, at kommunulækar vera privatir vinnurekandi. Vit síggja tað við góðum úrslitum aðrastaðni, og tað hevði loyst ein stóran trupulleika hjá okkum sum kommunu, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.

Borgarstjórin leggur stóran dent á, at hann ikki hveur kannað málið gjølla, men at hansara politisku sjónarmið byggja á eina grundleggjandi fatan av, at sum mest skal privatiserast, tí arbeiði gerast betri, tá tú sjálvur hevur ábyrgdina.

Kommunurnar eru ein av arbeiðsgevarunum hjá læknum. Kommunan skaffar læknum høli, útgerð, telduútgerð og annað. Landið er eisini arbeiðsgevari, og sjúkrakassarnir rinda sín part. Jan Christiansen heldur, at skipanin hevði verið nógv einfaldari, um læknarnir vóru sínir egnu arbeiðsgevarar, ið vóru løntir gjøgnum sjúkrakassan, sum eru sjúklingarnir sjálvir.

? Sjálvandi skuldu teir hava eitt blátt stempul, útbúgving og verið serlæknar í almennum medisini. Men annars er tað í grundini sum við einari frisørdamu. Dugir hon væl og eru kundarnir nøgdir, so fær hon nógvar kundar. Var ein privat praktiserandi lækni dugnaligur og fryntligur, so fekk hann nógvar sjúklingar. Um hann hinvegin fekk ov nógvar sjúklingar, so fór at minka burturav aftur, tí fólk tíma ikki at bíða ov leingi. Soleiðis hevði skipanin sjálv funnið eina javnvág, sum hevði tænt sjúklingunum best, sigur Jan Christiansen.

Hendan skipanin hevði loyst trupulleikan hjá Havnini, tí tað er her, at flestu læknarnir vilja vera, heldur Jan Christiansen. Hann undirstrikar í somu vending, at sjálvandi er problematikkurin ikki so einfaldur, tí trot er á kommunulæknum, og hóast Havnin helst hevði fingið sín tørv nøktaðan, so hevði tað framvegis verið læknatrot á smærri plássum. Tí kundi skipanin við privat praktiserandi eitt nú verið samkoyrd við færri og størri læknaøkjum, har tyngjandi vaktirnar vóru býttar út á fleiri herðir.

Hann leggur dent á, at hetta eru hansara persónligu sjónarmið, sum kommunan onki fer at gera við. Kommunulæknar eru og skulu vera ein landsuppgáva, ið fylgja felags lógum. Hinvegin hevði tað lætt um hjá Tórshavnar kommunu.

? Vit eru troytt av at vera ein bremsa hjá læknunum, tí vit ikki finna neyðugu hølini og so framvegis. Ráddu læknarnir sjálvir, so kundu teir fingið tey hølini, teir vildu hava, tí teir sjálvir skuldu rinda fyri tey ? eins og tannlæknar og læknar aðrastaðni gera, sigur Jan Christiansen