Síðani lógin varð broytt í 2002 soleiðis at borgarstjórar kunnu víga hjún, hevur borgarstjórin í Havn vígt 300 hjún.
Fyrstu ferð, ein borgarstjóri í Havn vígdi eini hjún var 23. mars 2002. Tá var Jan Christiansen borgarstjóri. Tó fekk Leivur Hansen, sum var borgarstjóri frá 1997 til 2001 undantaksloyvi í onkrum føri at víga hjún.
Síðan 1. januar 2005 hevur Heðin Mortensen verið borgarstjóri, og hetta at biðja borgarstjóran víga hjún hevur vundið nógv upp á seg. Týsdagin varð par nummar 300 vígt av borgarstjóranum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu.
Tað mest vanliga er, at fólk giftast á Ráðhúsinum. Verður meira gjørt burturúr, so kann býráðssalurin brúkast. Men fólk biðja eisini borgarstjóran koma heim til teirra, summi verða gift í garðinum, summi uppi í bønum, í Listaskálanum, í Múllers Pakkhúsi, á Reyni Service og aðrastaðir við.
Fleiri ferðir hevur borgarstjórin verið í Kaldbak og vígt fólk og vanligt er, at borgarstjórin stendur fyri vígslum hjá Brøðrasamkomuni. Myndin (frá www.torshavn.fo) er tikin í Ebenezer seinasta leygardag.