Borgarstjórin í Havn stuðlar Koks

– Koks hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, eftir at komið er fram, at bóndin á Velbastað, sum hevur festið, har Koks hevur ætlanir um at byggja tveir býlingar til heimsgitnu matstovuna, sigur seg als ikki taka undir við ætlanini og hevur lovað at stríðast ímóti henni av øllum alvi.

Tað er Tórshavnar kommuna, sum skal skal geva Koks endaliga loyvi til ætlanina. Kommunan skal keypa lendið frá Búnaðargrunninum og selja tað víðari til Koks, fyri at ætlanin skal gerast veruleiki. Tað kann gerast við ella uttan samtykki frá bóndanum, Páll Djóna á Steinum.

Annika Olsen skrivar á Facebook, at »Koks ikki er ein vanlig matstova«:

– Koks hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið. Koks hevur givið Føroyum tvær Michelin-stjørnur. Koks vísir netupp virðing fyri mentanini, nátttúruni og søguni, annars verður man ikki settur millum hinar stjørnurnar á himmalhválvinum, skrivar Annika Olsen, borgarstjóri.

Tí bendir nógv á, at stuðul er til verkætlanina í býráðnum í Havn.

Mánadagin fellir avgerðin, um Koks megnar at varðveita tær báðar Michelin-stjørnurnar, sum matstovan fekk í fjør. At fáa eina Michelin-stjørnu er eitt bragd. At fáa tvær Michel-stjørnur eitt eitt fantastiskt bragd.

Seinnapartin mánadagin fæst so at vita, um Koks klárar tað næstan ógjørliga bragdið at endurvinna eina, ella kanska enn størri, báðarstjørnurnar.