Í samband við at nevndin í kommunala arbeiðsgevarafelagnum er á vitjan Íslandi, og m.a. hevur fund við Sveitafelagið og kommunur har, var formaðurin og borgarstjórin í Havn á vitjan á føroysku sendistovuni í dag, har hann m.a. hevði fund við Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseta Íslands.Ferðalagið hevur annars vitjað á Hafnarfirði, í Hveragerði, í Árborg, Selfoss og kommunur har um leiðir, har borgastjórar tóku ímóti. Nógv var tosað um støðuna í Íslandi og hvussu kommununar fíggjarliga hava tað í løtuni.Endamálið er at kanna, hvussu støðan er í Íslandi, hvussu íslendingar í eini kreppustøðu skipa býtið millum land og kommunur, hvussu støðan er á arbeiðsmarknaðinum og hvussu lønarsamráðingarnar ganga, og annars at kanna tær broytingar í samskifti millum land og kommunur, sum kreppan hevur havt við sær.