Borgarstjóri: Umsitingin í Havn veit ov lítið

Borgarstjóri heldur, landsumsitingin í Havn veit ov lítið um viðurskifti uttan fyri høvuðsstaðin

Kommunurnar hava seinnu árini yvirtikið fleiri týðandi umsitingarøki í samfelagnum – eitt nú eldrarøktina og barnaansingina – men samstarvið millum kommunurnar og landið tykist tó verða nakað stríggið. Fleiri ósemjur hava verið, og summar eru ikki loystar enn.

– Tað er ein trupulleiki, at samstarvið millum land og kommunur, sum skuldi verið so gott, er so vánaligt, og tað eru óneyðuga nógvar ósemjur, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, við Sosialin í dag.  

– Eftir mínum tykki er ein høvuðsorsøk til tað, at Havnin er ov langt vekk frá øllum øðrum, og tey, sum eru í landsumsitingini í Havn, kenna ov lítið til forholdini uttan fyri høvuðsstaðin. Landspolitikarar og landsumsiting hava ov lítið álit á kommununum, og tað er eitt stórt problem, sigur hann. 

– Eg veit ikki, um landsumsitingin í Havn heldur, at kommunurnar bara gera okkurt og ikki hugsa um avleiðingar, men soleiðis er tað ikki. Fyri tað fyrsta ber ikki til at koyra allar komunurnar í sama bás, tí tær eru ymiskar, og síðani átti landsumsitingin at skilt betur, at vit eru fólkavald í einum nærdemokratii og eru kosin at umsita skattapengararnar hjá okkara borgarum. Tað gera vit við stórari ábyrgdarkenslu. Tí skuldu landsmyndugleikar víst okkum størri álit heldur enn at halda seg kunna geva okkum boð uttan at taka støði í umstøðunum í lokalsamfelagnum, sigur hann.

Longri samrøða við Jóhan Christiansen kann lesast í Sosialinum, sum kom út í dag.