Borgarstjóri fekk fýra ára fongsul

Tingrætturin í Sør-Gudbrandsdalen í Noregi dømdi fyrrapartin borgarstjóran í Vågå Kommunu, Rune Øygard (myndin), fýra ára fongsul fyri kynsligt samband við eina unga gentu. Harumframt skal hann rinda 150.000 krónur í sakarmálskostnaði. Sambært dóminum er eingin ivi um, at tann ákærdi hevur havt samlegu við gentuni minst 50 ferðir.

Ákæruvaldið ákærdi borgarstjóran fyri at hava havt kynsligt samband við eina gentu, frá tí at gentan var 13 ára gomul. Kravið hjá ákæruvaldinum var fýra ára fongsul. Rune Øygard noktaði at hava gjørt seg sekan í ágangi, og verjin hjá honum kravdi frídøming.

Tann 53 ára gamli Rune Øygard umboðar Arbeiðaraflokkin í kommunustýrinum í Vågå. Jens Stoltenberg, sum er formaður í flokkinum, sigur, at hetta er ein sera álvarssamur dómur, men hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, tí tann dømdi hevur longu kært dómin til ein hægri rætt.