Borgarstjóraeffektin verður tað kallað. Hetta, tá ið borgarstjórar fáa stóra undirtøku til eitt kommunuval. Og kommunuvalið týsdagin var einki undantak.
Í Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og serliga Vestmanna fingu borgarstjórarnir eitt sera gott val.
Heðin Mortensen fekk meiri enn 2500 atkvøður. Hóast tað er ein lítil afturgongd í mun til seinasta kommunuval, so fekk hann kortini 21 prosent av atkvøðunum í Havn.
Hyggja vit í mun til hvør fekk lutfalsliga flest atkvøður í mun til borgarar, so er Pauli Trond Petersen toppskorarin. Hann fekk heili 34 prosent av atkvøðunum, ella fleiri enn triðju hvørju atkvøðu.
Jógvan í Skorini á Eiði fekk 27 prosent av atkvøðunum, meðan Kristin Michelsen fekk 25 prosent. Jógvan Skorheim 22 prosent, meðan Jóhannes Danielsen og Heðin Zachariassen fingu báðir 20 prosent.