Tað verður fundur í vinnunevndini mánamorgunin klokkan 9. Á skránni eru uppskotini, sum tilsaman fevna um nýggju fiskivinnuskipanina.
Nevndin hevur innkallað fimm kommunur at møta á fundi í sambandi við viðgerðina av uppskoti til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.
Talan er um tær kommunurnar, har nógv tann størsti parturin av skipunum og virkjunum hoyra heima, sum hava við fiskarí og fiskivinnu at gera.
Tað vera ivaleyst borarstjórarnir, sum fara at vera oddamenn fyri umboðanini hjá kommununum. Merkisvert er tað, at ein av borgarstjórunum, Jógvan Skorheim , borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er limur í vinnunevndini, og harvið kann fara at hava tveir kaskettar í vinnunevndini tann hálva tíman mánamorgunin, sum er settur av at fundast við Klaksvíkar kommunu.
Kommunurnar eru innkallaðar í hesi røð:
Klaksvíkar kommuna – Jógvan Skorheim kl. 9.15
Tvøroyrar kommuna – Kristin Michelsen kl. 9.45
Eysturkommuna – Jóhan Christiansen kl. 10.15
Fuglafjarðar kommuna – Sonni á Horni kl. 10.45
Runavíkar kommuna – Tórbjørn Jacobsen kl. 11.15
Í vinnunevndini eru Bjørt Samuelsen, formaður, Jørgen Niclasen, næstformaður, Bjarni Hammer, Jógvan Skorheim, Magni Arge, Jákup Mikkelsen og Helgi Abrahamsen.