Í sambandi við mentanarnáttina í Reykjavík bjóðaði borgarstjórin, Jón Gnarr, til móttøku á Höfði. Umboð fyri Tórshavnar býráð, amerikanska stórbýin Seattle og onnur vóru hjástødd.
Í røðu takkaði Jón Gnarr kommununi hjartaliga fyri føroyska íkastið til mentanarnáttina og góða samstarvið við Tórshavnar kommunu.
Høfði í Felagstúni varð upprunaliga bygt til ein franskan konsul fyri meira enn hundrað árum síðan, men hevur seinni virkað sum eitt heimsgitið móttøkuhús. Tað var t.d. her, at Ronald Reagan og Mikhail Gorbatjov hittust til toppfund á sinni.
Á myndini borgarstjórarnir báðir móttøkuhúsinum Höfði.