Borgarstjórar dansa Gangnam Style

Tað er ikki bara í Føroyum, at borgarstjórar royna at skapa fólkavøkstur. Fýra borgarstjórar í suður Fyn dansa nú Gangnam Style fyri at fáa íverksetarar til økið.

 

Í Føroyum verður nógv tosað um fólkafráflyting, og um hvussu samfelagið skal venda gongdini. Tað tosa tey eftir øllum at døma eisini um í suður Fyn, har fýra borgarstjórar nú hava funnið ein alternativan máta at fáa samband við íverksetarar.

 

Teir vilja eggja íverksetarum at flyta til suður Fyn, og við kenda lagnum hjá Psy - Gangnam Style, royna teir at fáa boðskapin út.

 

Síggj alternativu lýsingina her á heimasíðuni hjá Tv2.

 

nyhederne.tv2.dk/article.php/id-67040223:tv-gangnamborgmestre-hitter-på-nettet.html