Mikudagin vundu hjúnini Heini og Ragna Glerfoss í Mikladali Merkið í hálva stong. Hetta fyri at vísa teirra ónøgd við framferðarháttin hjá Mikladals kommunu í sambandi við kommunusamanleggingina. Borgarin slapp ikki upp í part, siga tey
Kommunusamanlegging
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mikladalur:
Ragna og Heini Glerfoss í Mikladali eru als ikki nøgd við háttin sum kommunusamanleggingin millum Klaksvík og Mikladal er farin fram. Og hetta gjørdu tey sjónliga vart við við at vinda Merkið í hálva stong mikudagin, sum var dagurin, tá sáttmálin skuldi undirskrivast.
Sáttmálin er nú undirskrivaður, og greitt er, at frá 1. januar verður Mikladals kommuna løgd saman við Klaksvíkar kommunu.
? Tað eru vit sum so ikki so øgiliga kedd av, men vit vundu Merkið í hálva stong, tí hetta var einasti máti hjá okkum at vísa okkara ónøgd við framferðarháttin hjá okkara kommunu, sigur Ragna Glerfoss.
Hon heldur, at tað er ov galið, at borgararnir í Mikladali og á Trøllanesi ikki sluppu at hava eitt orð at siga í hesum málinum.
? Vit vórðu boðin til borgarafund, men tá lat til, at alt mest sum var leyst og liðugt uttan, at vit borgarar vóru spurd um nakað, sigur hon hørm á málinum.
Hjúnini duga heldur ikki at síggja nakran sum helst fyrimun við, at kommunan verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu.
? Tað verður ikki verri í bygdini enn tað sama, tað vita vit væl. Men eg spyrji bara, hvussu klaksvíkingar skulu kunna fáa viðurskifti í lag her í bygdunum, sum ikki hava verið í lagi longi, tá okkara egna fólk ikki megnar tað, sigur hon.
Men samstundis fegnast hon vegna bygdarfólkið á Trøllanesi, at kommunurnar verða lagdar saman.
? Tað verður uttan iva gott fyri fólkið á Trøllanesi. So kanska tey verða hoyrd, tí tað vóru tey ikki her, sigur Ragna Glerfoss í Mikladali.
Borgarstjórin í Mikladals kommunu, Markus í Norðnástovu, er ikki samdur við hjúnunum Glerfoss. Við Degi og Viku hóskvøldið segði hann, at tað var betur fyri bygdirnar báðar, at ongin fólkaatkvøða var, tí annars hevði vandi verið fyri, at bygdirnar aftur fóru í tvíningar, sum við skúlamálinum fyri nøkrum árum síðani, tá skúlin á Trøllanesi lat aftur.
Eisini helt Markus í Norðnástovu, at tað tykist sum, at meginparturin av bygdarfólkunum eru fyri samanlegging, og tískil heldur hann, at kommunan hevur gjørt bygdarfólkunum eina tænastu við at taka hesa avgerðina fyri tey heldur enn at koyra tað út til fólkaatkvøðu.