Borgarar í Grønlandi fáa nú booster-koppseting

Tilboðið er til fólk, sum eru 65 ár og eldri og til fólk, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu. Tilboðið er eisini til starvsfólk í heilsuverkinum og starvsfólk í eldrarøktini.

 

Fólk í Grønlandi, sum eru 65 ár og eldri og sum fingu seinnu koppseting fyri 1. mai í ár við Pfizer/ Biontech, fáa nú møguleikan at fáa eina sonevnda booster-koppseting aftrat.

 

Grønlendska landsstýrið hevur eftir tilráðing frá landslæknaembætinum gjørt av at fylgja tilmælunum hjá ES-nevndini og bjóðar nú eina eyka koppseting til fólk, sum eru 65 ár og eldri.

 

Tilboðið vendir sær eisini til fólk, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu, starvsfólk í heilsuverkinum og starvsfólk í eldrarøktini.

 

Skipað verður fyri koppseting á øllum ellisheimum í Grønlandi. Koppseting av øðrum fólkum verður á sjúkrahúsunum, heilsumiðstøðum og í bygdunum.

 

Á grønlendsku koronu-heimasíðuni - corona.nun.gl - fer at verða sagt frá, hvussu triðja koppsetingin verður skipað.

 

- Tey fyrstu, sum fáa tilboð um triðju koppseting, eru borgarar í grønlendska býnum, Sisimiut, og her er talan um borgarar, sum fingu seinna prikið fyri í minsta lagi seks mánaðum síðan.

 

Longu í morgin kunnu borgarar í Sisimiut, sum eru 65 ár og eldri, fara í bygdarhúsið og fáa triðju koppsetingina. I Ilulissat verður møguleiki at fáa triðju koppseting 24. og 31. oktober.

 

Í øðrum býum kunnu fólk fáa sína triðju koppseting í bygdahúsum og á ellisheimim.

 

- Flestu koppsetingarnar fara fram á ellisheimum, og aðrar fara fram á sjúkrahúsum, heilsumiðstøðum og kring um í bygdunum.

 

Á heimasíðuni hjá grønlendska landslæknaembætinum verður sagt, at heilsuverkið eisini bjóðar vanliga koppseting móti krímsjúku. 

 

- Tørvurin á koppseting móti krímsjúku er eisini stórur, tá koronu-avmarkingar í fjør eisini avmarkaðu útbreiðsluna av krímsjúku. Tíski er væntandi, at mótstøðuevnini hjá fólki móti krímsjúku eru viknað, skrivar Sermitsiaq.