Borgarafundur um dans og skeinking

Fólk í Runavíkar kommunu, sum eru misnøgd við avgerðina hjá meirilutanum í býráðnum, arbeiða nú við at fáa í lag ein borgarafund í Glyvra skúla

Borgarafundur

Sum skilst, eru fólk í Runavíkar kommunu, sum eru ímóti býráðsavgerðini um at sýta Kenneth Ramussen dansi-og skeinkiloyvi, í holt við at skipa fyri einum borgarafundi í kommununi, sum ætlandi verður í Glyvra skúla komandi mikukvøld kl. 19.
Yvirskriftin yvir fundin er "Trivnaður í Runavíkar kommunu", men í brævi, sum býráðslimir hava fingið, skilst, at borgarafundurin eisini skal síggjast sum eitt mótmæli ímóti viðgerðini, ið umsóknin hjá Kenneth Rasmussen hevur fingið.
Líkt er eisini til, at fólk eru í holt við at savna inn undirskriftir, sum ætlanin er at handa býráðnum, tí í nevnda brævi eru reglur strikaðar, har fólk kunnu skriva undir mótmælið.
Býráðslimir, sum vóru ímóti at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi, hava fingið persónlig brøv, sum eru send á privatar adressur. Aftrat hesum hava lesarabrøv verið í bløðunum, har borgarar hava mótmælt avgerðini hjá einum meiriluta í Runavíkar býráði.
Sosialurin fer at venda aftur til ætlaða borgarafundin.