Tað var 100% uppmøting til borgarafundin í Hesti í gjár, tá ið umboð fyri Tórshavnar Kommunu komu út í oynna á vitjan.
Støðan í Hesti er ikki tann besta. Fólkatalið er minkað nógv seinnu árini, og meðalaldurin nærkast skjótt pensjónsaldri. Onki barn er í bygdini og vinnuligt arbeiði er onki, so tað er greitt, at bygdin og oyggin hevur nakrar stórar avbjóðingar fyri framman.
Hestur var trettandakvøldsbygd, meðan Velbastaður var jólabygd. Kvæðakempurnar í Hesti fæðkast, dansurin er linkaður. Ungmannafelagshúsið, sum broytti navn til bygdarhúsið, tá meðalaldurin fór uppum fimti, er illa egnað til dans og verður mest brúkt til bingo og føðingardagar. Skúlin stendur stórt sæð tómur. Tann deiligi svimjihylurin verður sjáldan brúktur.
Men her er okkurt, sum ikki heilt hongur saman. Hóast bygdin stendur nærum manntóm, so er ikki eitt einasta hús til sølu. Fólk vitja út vikuskiftini, til høgtíðirnar er nógv fólk, og um summarið kókar bygdin av fólki. Bygdin sjálv er eisini rættiliga innbjóðandi, rein og vøkur – fekk heiðurin sum best røkta bygd í 2012.
Í gjár skipaði Tórshavnar kommuna fyri borgarafundi í bygdarhúsinum í Hesti. Tey vitjandi taldu eins nógv og tey lokalu.
Lagt varð fyri við eini framløgu hjá Høgna Reistrup um fólkaflyting generelt og støðuna annars í Hesti, sum varð kókað niður til, at bjargingin fyri slíkar bygdir kann vera ein grunnur til økismenning, summarhús og tilknýtt virksemi og ferðavinna annars. Málið um kirkjugarðin varð loyst á staðnum undir kønari hond av Tóra í Hoyvík, býargartnara, og borgarstjóranum, sum bjóðaði arbeiðið út á staðnum.
Eitt sjáldsamt fyribrigdi í bygdini er, at sjálvt hjálpirøturnar eru hegnaðar inni við høsnarhegni. Men loysnin á vetrarfriðingini kom rættiliga langt á fundinum, staðseting av nýggjum tyrlupalli varð avgreidd, semja var um nýtt summarhúsøki, nýtt rekkverk oman móti havnini varð avgreitt, og so velti annars fram við einastandandi hugskotum.










