Borgar Nybo deyður

Mikudagin 13. august andaðist Borgar í Andrasstovu Nybo í Havn 61 ára gamal.

Borgar var føddur og uppvaksin í tí kenda rabarbukvarterinum í Havn. Hann var sonur Annu, f. Thomsen, úr Kollafirði og Hans Nybo, ættaður úr Hesti.
Borgar lærdi á goymsluni hjá Farodane í Havn frá 1956-60. Eftir tað koyrdi hann í Akstur Bil, samstundis sum hann røkti koyringina fyri specialskúlan saman við pápanum, Hans Nybo. Borgar og Hans vóru eisini partaeigarar í bilstøðini Auto frá 1978-94. Borgar koyrdi fyri Skúlan á Trøðni til fyri fáum árum síðan. Hann hevði stóran áhuga fyri kríatúrum og hevði bæði gæs og dunnur. Eisini var hann íðin javnaðarmaður alla sína tíð.
Borgar giftist við Ásfríð, f. Poulsen, úr Havn. Tey bygdu hús í Traðarbrekku í Havn og fingu tríggjar synir og eina dóttir.