Stóri timburhandlin í Eysturoy, P/F Borg, hevði annað árið á rað eitt nøktandi úrslit í fjør.
Tað veit Business-line at siga í dag.
- Bruttoúrtøkan, sum er munurin millum sølu og vørunýtslu, var í fjør 19,8 miljónir krónur, ið bert var 0,2 miljónir krónur lægri enn árið fyri.
Útreiðslurnar til tey 36 starvsfólkini, sum starvast á deildunum í Runavík og í Klaksvík, hækkaðu við 0,8 miljónum og komu samanlagt upp á 13,4 miljónir krónur.
- Tá avskrivingar og rentuútreiðslur vóru fallandi, gjørdist pláss fyri avlopi í rakstrinum. Nettoavlopið eftir skatt gjørdist í fjør 2,1 miljónir móti 2,4 miljónum krónum árið fyri.
Business-line veit eisini at siga, at eginpeningurin hjá P/F Borg við árslok var 13,3 miljónir krónur.