Faroe Petroleum boðar frá, at farið er undir at bora ein síðusporsbrunn á Glenlivet fundinum vestan fyri Hetlandsoyggjarnar. Fyri viku síðani, varð boðað frá, at gass varð funnið á loyvinum. Faroe Petroleum eigur 10% av Glenlivet. Endamálið við metingarbrunninum er at útvega upplýsningar um støddina av fundinum, so at ein meting kann gerast, um fundið er rakstrarverdugt. Úrslitið av boringini verður tøkt innan eina viku, tá boðað verður frá úrslitinum.