Oljufelagið Hess, ein gamal kenningur frá føroyska landgrunninum, hevur gjørt av at bora enn ein avmarkingarbrunn á Cambokelduni, einans tríggjar kilometrar frá føroyska markinum. Um somu tíð sum norska Statoil fyrireikar at bora tann áttanda brunnin á føroyska landgrunninum møguliga longu komandi summar, so standa eisini áhugaverdar boriætlanir beint hinumegin markið fyri framman. Amerikanska oljufelagið Amerada Hess, sum í 2002 gjørdi eitt fund á Cambo leiðini, einans tríggjar kilometrar frá føroyska markinum, hevur nú gjørt av at venda aftur til Cambokelduna og bora ein avmarkingarbrunn í mars mánað. Hetta verður gjørt fyri at vita, um Cambo er nóg stórt til at byggja út til framleiðslu. Frammanundan eru boraðir tríggir brunnar á hesi oljuleiðini. Tað er greitt, at Cambokeldan eisini hevur stóran týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum, nú hon er tann oljukeldan vestan fyri Hetland, sum liggur tættast upp at føroyska markinum. Oljublaðið Uppstream skrivar, at boringin, sum byrjar 26. mars er tann fjórði brunnurin, sum verður boraður á Camboøkinum. Tað verður boriskipið Stena Carron, sum fer at bora brunnin. Hóast Hess er fyristøðufelag, so verður tað Chevron, sum fer at standa fyri boringini. Felagið er eitt tað mest virkna vestan fyri Hetland, tá tað ræður um at finna nýggjar oljuleiðir. Í løtuni stendur felagið fyri eini boring á Lagavullinleiðini, ið liggur meira norðaliga. Stórur áhugi er um úrslitið av hesum brunninum, har eisini Faroe Petroleum er við. Stena Carron borar á hesi leiðini og fer víðari til Cambo, tá henda boring er liðug. Enn er einki komið fram um hesa boringina, ið sum skilst hevur verið ómetaliga kostnaðarmikil eitt nú vegna royndir hjá Greenpeace at steðga boringini.
Umframt Hess og Chevron eru eisini Dong og OMV við í Cambokelduni, sum liggur longur syðri og tætt við Rosebankfundið, sum Chevron umhugsar at byggja út. Um hesin fjórði brunnurin á Camboleiðini hevur við sær, at avgerð verður tikin um at útbyggja fundið, so verður tað tann framleiðandi oljukeldan, sum liggur næst føroyska markinum.