Borðtennisfelagið Nykur til verka

Nú fríggjadagin verður høvi hjá fólki, sum hava hug at spæla borðtennis í Tofta skúla, at tekna limaskap í nýggja felagnum. Regluligu venjingarnar byrja í næstu viku. Borðtennisfelagið Nykur á Toftum, sum varð stovnað fyrr í summar, fer í næstu viku undir regluligar borðtennisvenjingar fyri limir í nýggju og stóru fimleikarhøll skúlans.

Fríggjadagin 10. september frá klokkan 15-18 verður høvi hjá fólki, sum ætla sær at gerast limir í felagnum og venja borðtennis í vetur, at tilmelda seg í fimleikarhøllini í Tofta skúla.

Øll, sum eru 10 ár og eldri, kunnu gerast limir í borðtennisfelagnum við at gjalda 50 krónur við tekning.

Rúm er fyri øllum, sum hava hug at spæla borðtennis, bæði børnum, ungum og tilkomnum.

Í byrjanini verður vant á fýra borðtennisborðum, og avmarkað er, hvussu mong kunnu venja í senn tá. Ætlanin hjá Nyki er at hava 8-10 venjingarborð, og tá verður tilmeldingaraldurin eisini lækkaður niður í 8 ár.

Fríggjadagin, meðan tekningin fer fram, verður høvi hjá teimum, sum tekna limaskap í felagnum, at royna seg við batti og bólti.

Tá tilmeldingarnar eru komnar upp á pláss, fer borðtennisfelagið Nykur at leggja venjingartíðirnar og at kunna limirnar um, hvørjir venjingardagarnir verða.

Ætlanin hjá felagnum er, at børn og ung í fyrsta lagi koma at venja vanligar gerandisdagar, og at motiónsvenjing fyri kvinnur og menn verður leygardagar.

Fyri limir felagsins byrja venjingarnar í Tofta skúla longu í næstu viku.