Sunnudagin seta nakrir av leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum kósina ímóti Malta, har teir skulu luttaka í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament, skrivar Borðtennissambandið í tíðindaskrivi í dag.
Talan er um eina millumtjóða kapping, har luttakandi londini umframt Føroyar eru Malta, Noreg, Írland, Wales, Kosovo, Libanon og Kýpros. Hetta er fyrstuferð at føroysk luttøka er í kappingini.
Kappingin er skipað sum liðkapping við tveimum leikarum á hvørjum liði, og so verður eisini ein kapping í einmansleiki. Áðrenn kappingarnar byrja verður ein stór felags venjingarlega.
Liðkapping er á skránni hósdag og fríggjadag, og leygardag og sunnudag er einmansleikur á skránni.
Føroyska ferðalagið fer til Danmarkar sunnudagin og víðari til Malta mánadagin 9. september. Tey vera aftur í Føroyum eina viku seinni, mánadagin 16. september.
Spælarar:
Anja Wongwai (TBF)
Britt Michelsen (TBF)
Ári Fríðason Jensen (Tór)
Heri Lava Láadal (Tór)
Høgni Heinason (Tór)
Marin Elisabet Poulsen (TBF)
Rói Hjaltason (Tór)
Tórur Eið Eliasen (Tór)