Borðreiðir við yvirtøku

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, arbeiðir við at yvirtaka flogvøllin í Vágum

 

 

 

 

Stendur tað til landsstýrismannin við vinnumálum, Bjarna Djurholm, sum eisini umsitir samferðslumál, verður flogvøllurin í Vágum yvirtikin nakað skjótt. Nevnd verða eini tvey-trý ár.

Bjarni Djurholm hevur skrivað danska Ferðslumálaráðnum bræv, har hann boðar frá, at hann arbeiðir við ætlanum um at yvirtaka flogvøllin í Vágum.

Flogvøllurin í Vágum er annar av tveimum flogvallum, sum Statens Luftfartsvæsen framvegis eigur. Hin er flogvøllurin í Rønne á Bornholm. Allar aðarar danskar flogvallir hevur Statens Luftfartsvæsen sloppið sær av við til ymisk feløg, sum hava tikið yvir.

Hvør beinleiðis orsøkin til yvirtøkuna er, verður bara gitt um í løtuni. Flogvøllurin í Vágum hevur ikki verið nakað fíggjarligt gullnám sum so. Men seinnu árini er ferðafólkatalið vaksið heilt munandi, so kanska væntar ferðslumálaráðharrin, at inntøkurnar fara at gerast hægri enn útreiðslurnar.

Ein av grundunum verður tó søgd at vera, at danir ikki vilja gjalda fyri at seta nýggju glíðibreytina upp. Glíðibreytin er framkomin innflúgvingarútgerð, sum er keypt til flogvøllin í Vágum, men liggur niðurpakkað og bíðar eftir at sleppa til arbeiðis.

Danir hava boðað frá, at teir vilja ikki brúka meira pening upp á flogvøllin, fyrr enn teir vita, hvussu verður við fullveldismálinum í Føroyum.

Hesum hevur Bjarni Djurholm eftir øllum at døma ikki tíð at bíða eftir, og fer tí at yvirtaka vøllin.

Annars eru ynski frammi um at leingja flogvøllin í Vágum, so hann kann nýtast til eitt nú størri farmaflogfør. Tí eingin ivi tikist vera um, at føroyingar einaferð fara at flyta fisk út loftvegis.

Arbeitt hevur fyrr verið við hesum málinum, men tað vísir seg, at vøllurin er so mikið stuttur, at stór farmaflogfør fáa illa brúkt hann. Og skal loftvegis flutningur av fiski loysa seg ber ikki til at senda smáar nøgdir í senn við farmaflogfari, siga føroyskir fiskaútflytarar.

Umframt flogvøllin hevur Bjarni Djurhom ein lista við fleiri øðrum málum, hann ætlar at yvirtaka.