Tað er so stutt síðani, at sómin, tignarleikin og virðileikin ikki rúmaðist í tí vakra gamla tinghúsinum. Tey tignarligu mettu, at ikki var pláss fyri tignini í gamla vakra tinghúsinum, sum mátti um- og útbyggjast. Úrslitið stendur har í dag ? eitt millum-ting millum ein danskan embedsmandsbolig og eitt íslendskt missiónshús!
Fínpussanin av tignini kostaði miljónir.
Ímeðan vaks bíðirøðin at sleppa inn á Lágargarð.
Tað er so stutt síðani, at tingformaðurin metti, at pláss var ikki heldur fyri fullveldi-num í tí gamla og vakra tinghúsinum. Vit skuldu hava nýtt glashús, eina glæstriborg, har tignin kundi útstillast fyri altjóða samfelagnum, sum føroyingar nú skuldu gerast sjálvstøðug eind av. Tingformaðurin fekk ikki allan sín vilja, tí nakrir tingmenn skammaðust. Men nakrar miljónir vórðu brúktar afturat.
Ímeðan vaks bíðirøðin at sleppa inn á Lágargarð enn meira.
Tað er enn styttri síðani, at vit sóu, hvussu gekst við tignini, eftir at fyrsta og annað stigið av um- og útbyggingini varð samtykt. Tingmenn, sum Føroya fólk valdu til arbeiðis á Føroya Løgtingi, rýmdu í fornermilsi av arbeiðsplássinum, tí teir vóru ósamdir, hóast fólkavaldir til júst at samskifta. Men eingin trupulleiki tóktist at semjast um at brúka meira pening til at hýsa tignini.
Ímeðan vaks bíðirøðin til Lágargarð munandi.
Og nú kommunuvalið var í eygsjón, so skammaðust kommunalpolitikarnir í Havn at tosa um Lágargarð. Vildu heldur tosa um hvussu fínt tað varð vorðið í miðbýnum. Lágargarður var eitt dømi um, at ikki bar til at finna fram til eitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Eingin vildi tosa um størri og tignarligar karmar um tey gomlu. Spurningurin var eisini, hvør skuldi gjalda, land ella kommunur. Men landspolitikkar-arnir kvettu ikki í tvey. Vildu heldur tosa um tignarligar karmar um teirra tignarliga virksemi. Høvdu úr at gera at hyggja at modellum av nýggju tignarligu glæstriborg-ini.
Ímeðan var bíðirøðin til Lágargarð vorðin so umfatandi, at fólk sótu alspent um dagarnar og lurtaðu eftir andlátunum ? kanska tað lukkaðist at fáa ommuna innum hesaferð?
Tignin bara vaks. So nógv at tingmenn gingu skít í arbeiðstíð. Flokkar tóku ábreiðslurnar at sær og proklameraðu yvirlýsingar um internan rúsdrekkapolitikk. Onkur flokkur heldur lunkaður, meðan annar skjeyt seg undir, at ?hesin trupulleiki altíð hevur verið kendur í føroyskum politikki?. Sum um tað, at føroyskir tingmenn áður drukku seg í hel, var nøkur umbering fyri, at menn í dag gera tað sama.
Og sjónleikurin heldur fram. Nú seinast klandrast teir sum smábørn um flagg ella ikki flagg. Ein provokerandi sambandsmaður provokerar við einum borðflaggi og formaðurin loypir beint á bláman og ger sær sjálvum fyri skommum við yvirhøvur at gera nakað burturúr tílíkum vanæriligum táputvassi. At Merkið hongur í tingsalinum kann man ikki semjast um, tí onkur annar legði málið fram. At Merkið hongur yvir vindeyganum oman móti Effersøe, sum í gomlum døgum, ber heldur ikki til, tí nýggja missiónshúsið hevur onga flaggstong!
Kanska flaggstongin kemur uppá telefonhúsið, sum skjótt verður sambygt við missiónshúsið, so betur pláss verður fyri tignini. Men tað skulu nógvar miljónir til afturat, áðrenn komið verður so langt.
Ímeðan frættist av Lágargarði, at fólk eru farin at ringja inn at vita, um nøkur av teimum gomlu liva heilt illa nú uppundir summarfrítíðina.
Spurningurin er, um borðflaggið ikki er órímiliga stórt at veittra fyri allari hesi tignini!










