Bonderøven sendi Hallu heilsan

- Eg hyggi altíð eftir sendingunum, og mær dámar hann so ótrúliga væl. Tí bant eg honum og familjuni føroyskar troyggjur, sigur Halla Debes, fjeppari av Bonderøven

Hvørt hóskvøld, tá Bóndin ella á donskum Bonderøven verður víst í sjónvarpinum, er tað ein føroysk dama, sum trúføst situr framman fyri sjónvarpsskíggjanum.

 

Halla Debes úr Havn er ivaleyst føroya størsti fjeppari av Bóndanum og hansara familju. 

 

- Eg hyggi altíð eftir sendingunum, tá eg kann. Mær dámar hann væl, og so er hann eisini so raskur at gera alt møguligt, sigur Halla Debes.

 

Í november mánaði sendi hon bóndanum, konu hasara og og báðum børnunum hvør sína troyggju, sum hon sjálv hevur bundið.

 

Herfyri fekk hon bræv og mynd frá bóndanum, har hann og familja hansara takka fyri troyggjurnar.

 

Myndin er sett í rammu, sum prýðir inni í stovuni hjá Hallu Debes.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr lívsglaða fjepparan greiða frá sínum áhuga fyri Bonderøven.