Bond kanska svartur

Tað er upp á tal, at James Bond fyri fyrstu ferð skal spælast av einum littum sjónleikara

 

 

Tá teldusnúkar herfyri brutur inn á dátugoymslurnar hjá Sony, gjørdu teir annað enn at oyðileggja fílurnar til filmin, sum gjørdi við norðurkoreanska einaræðisharranum.

 

Nú verður nevnliga sagt, at sníkarnir eisini hava funnið handritið til komandi James Bond filmin eins og samskifti, sum Sony og Columbia Pictures  høvdu havt sínamillum um hendan filmin. Hetta skrivar The Daily Beast.

 

Og í hesum framgongur, at framleiðararnir hava í hyggju, at enski Idris Elba skal spæla høvuðsleiklutin sum James Bond. Verður hetta veruleiki, so verður tað fyrsta ferðin, at Bond verður spældur av einum littum sjónleikara.