Bólturin fer á rull alla staðni um somu tíð

Tað verður turt og lítil vindur seinnapartin og harvið góð fótbóltslíkindi

20. umfar í bestu landskappingini hjá monnum verður seinnapartin. Nú er tað sjáldan, at allir dystirnir vera spældir um somu tíð, men soleiðis verður tað í dag. Fyrsta bríksl í Klaksvík, Fuglafirði, Sørvági, á Argjum og í Trongisvági verður klokkan 15.

 

Veðurforsøgnin er góð. Sagt verður, at hitin verður umleið 11 stig, Miðalvindferðin verður undir fýra metrar um sekundið, og tað verður skýggjað loft og turt. Ættin verður útsynningur og kanska útsynningurvestan.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

ÍF – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00

 

07 Vestur – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

AB – HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00

 

TB – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

181611461149
HB191423521344
B36191414421743
Víkingur191135401936
07 Vestur19937333030
EB/Streymur186111193319
TB194312124215
B68193511193614
ÍF194015185012
AB193115144410