Bolt er tann skjótasti nakrantíð

Usain Bolt er tann skjótasti maðurin í heimssøguni. Bolt fullførdi teinin við 9:69 sekundum. Longu eftir 60 metrar varð givið, at hann fór at vinna kendastu rennikappingina í Heiminum. Heilir 6 av teimum 8 finalistunum megnaðu at renna 100-metra teinin uppá minni enn 10 sekund. Finalan gjørdist ein stórsigur til karabisku oyggjarnar. Tað manglaði bert 2/100 av einum sekundi í, at Hollendsku Antilurnar - sum hava nærum somu ríkisrættarligu støðu, sum Føroyar! - vunnu bronsumerki:

 

1. Usain Bolt, Jamaica 9:69 sek.

2. Richard Thompson, Trinidad & T. 9:89 sek.

3. Walter Dix, USA 9:91 sek.

-------------------------------------------

4. Churandy Martina, H. Antilurnar 9:93 sek.

5. Asafa Powell, Jamaica 9:95 sek.

6. Michael Frater, Jamaica 9:97 sek.

7. Marc Burns, Trinidad & Tobago 10:01 sek.

8. Darvis Patton, USA 10:03

 

Persónliga gjørdist talan um eitt vónbrot fyri Asafa Powell, sum einans rakk 5. plássinum. Karabisku oyggjarnar átti 6 av 8 finalistum. Stórveldið USA átti 2 av 8 finalistum. 100 metrar-finalan var eisini sigur og ein sannur vegvísari fyri allar smátjóðir í Heiminum