Á mottøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro seinnapartin, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigarirnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946. Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.
Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.
- Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar. Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.